Brutu inn í ein hjall eftir rúsdrekka

Løgreglan kannar eitt innbrot um vikuskiftið

Nú um vikuskiftið varð ringt til løgregluna at boða frá, at onkur hevði brotið inn í ein hjall. Hjallurin var stongdur, men lásið varð brotið upp og onkur hevði verið inni og stolið øl, cidarar og Red Bull. Løgreglan veit ikki, hvørjir innbrotstjóvarnir eru, men hetta er ikki eitt óvanligt mál, tí tað hendir seg meiri enn so, at innbrot er í hjallum eftir rúsdrekka.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið rættiliga friðarligt um vikuskiftið. Eitt mál um harðskap verður kannað, har ein maður er sligin. Hann veit hvør tað var, sum sló og tað kannar løgreglan nú.