Bryne vinnur á Start Kristiansand uttan dyst

Fadesan hjá Start ikki at tendra hitan undir vøllinum á Sør Arena leikvøllinum ígjár kom at kosta teimum dýrt

Tað var lagt upp til tað stóra brakið á Sør Arena leikvøllinum í Kristiansand, har heimaliðið, Start Kristiansand og liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne skuldu spæla Play Off dyst um uppflyting klokkan 18 leygarkvøldið.

 

Men dysturin bleiv av ongum. Fyri at spara pening hevði heimaliðið valt ikki at tendra fyri hitanum undir vøllinum. Tí var frostur á vøllinum, og var vøllurin ov hálur og vandamikil hjá leikarunum hjá Start og Bryne til at spæla Play Off dyst.

 

Hetta hevur fingið avleiðingar fyri Start Kristiansand.

 

Hans-Øyvind Sagen, stjóri hjá Bryne sigur við norska miðilin, VG, at Bryne eru dømdir at vinna dystin 3-0 orsaka av kleyvarskapinum hjá Start.

 

Rógvi Baldvinsson hevur eisini í stuttari viðmerking til in.fo staðfest, at Bryne er dømdir vinnarar av Play Off dystinum móti Start. 

 

Tað margháttliga er tó, at Bryne nú skal spæla móti Kristiansund komandi mikukvøld, samstundis sum Start hevur eina freist upp á tríggjar dagar at kæra úrskurðin hjá norska fótbóltssambandinum um, at teir hava tapt Play Off dystin móti Bryne uttan dyst.

 

Stjórin í Start Kristiansand, Terje Marcussen hevur fyrrapartin boða frá, at hann leggur frá sær og tekur ábyrgdina av kleyvarskapinum, at hitin undir vøllinum ikki bleiv tendraður. Tað ber so boð um, at Start tekur ábyrgdina fyri kleyvarskapinum.