Bulald við føroyskum myndevni til smábørn

Tá Katrin Einarsson á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðani fór at mála føroysk myndevni, við íblástri frá føroyska búnanum, á buløld til børn, var tað mest tí, at sonurin skuldi doypast, og hon vildi fegin gera okkurt eyka burturúr. Men at ogna sær føroysk klæði til eitt so lítið barn er trupult, og tey vaksa eisini skjótt úr teimum.

 

- Tí fór eg sjálv undir at mála. Tá nýtti eg vanliga akrylmáling, men seinni havi eg nýtt tekstilmáling, sigur Katrin Einarsson.

 

Katrin Einarsson leggur dent á, at alt er hondmálað.

 

Hon hevur lisið Illustration BA Hons á Blackpool and The Fylde College.

 

 

 

 

 

Fakta

 

Bulald, ið er hondmálað, skal vaskast á ranguni á 30 ella 40 stigum.

 

Ikki er ráðiligt at koyra hondmálað buløld í turkitrumlu

 

 

 

Brot úr grein í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum er borið í hvørt hús.