Burn: H71 hølvaði KÍF av í Kollafirði

H71 punkteraði KÍF við einari 17-5 leiðslu í steðginum

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað skuldi vera tann stóri og spennandi oddadysturin, KÍF á heimavølli móti H71, men tað gjørdist alt annað.

 

H71 vann stórsigur 28-15 á KÍF. 

 

Longu í steðginum var alt avgjørt. H71 var á odda 17-5. Verjuspælið hjá H71 og avrikið hjá Paula Jacobsen í málinum vóru framúr, og í seinna hálvleiki megnaði H71 at halda munin. Hans Eli Sigurbjørnsson var við átta málum glottin hjá kollfirðingum í kvøld. Brøðurnir, Pauli og Óli Mittún skutu 13 av teimum 28 málunum hjá H71.

 

Sunnudagin klokkan 16 hittast liðini aftur í Hoyvíkshøllini.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 hittast nummar fýra og trý, Neistin og VÍF í høllini á Hálsi í Havn. FM1 sigur beinleiðis frá tí dystinum.

 

KÍF-H71 15-28 (5-17)

 

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rúni Joensen 2, Tony Weyhe 1, Ási Dam 1, David Edvardsen 1, Baldur Gillason 1, Fríði Weyhe 1. 

 

Málskjúttar H71: Pauli Mittún 7, Óli Mittún 6, Niklas H. Hanusarson 5, Peter Krogh 4, Pætur Thomsen 3, Emil Svoldgaard 1, Janus Dam Djurhuus 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7192782077114
 KÍF9232224814
 VÍF92552361910
 NEISTIN926325948
 TEAM KLAKSVÍK10279296-177
 STÍF10280315-357
 KYNDIL10238288-506

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd