Burn: Kyndil koppaði føroyameistarunum

H71 var fyri fyrsta tapinum í Burn mansdeildini hetta kappingarárið

Savnsmynd

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil ímóti verandi føroyameistarunum, H71.

 

Tað eydnaðist Kyndli at vinna dystin 28-26. Rói Seyer Hjaltason hjá H71 skoraði til 27-26 við bert 27 sekundum eftir á klokkuni. Tað eydnaðist Tobias Thisen at tryggja Kyndli sigurin í næstseinasta sekundinum av dystinum.

 

Í steðginum var Kyndil á odda 13-11.

 

Talan er um fyrsta ósigurin hjá H71 hetta kappingarárið.

 

William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Toppskjútti hjá H71 við níggju málum var Rókur Ziskason. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Sunnudagin klokkan 16 vera tveir dystir leiktir í deildini. Teir eru VÍF-StÍF og Team Klaksvík-Neistin. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil41059966
H713848224
StÍF26351124
Neistin36973-43
VÍF26044162
KÍF37175-41
Team Klaksvík374102-280

Savnsmynd