Burn mansdeildin: KÍF vann í Vestmanna og er fremst

Kyndil vann á StÍF í høllini á Hálsi

Savnsmynd

Savnsmynd

Í Burn mansdeildini er veruliga spenningur um hvørji fýra lið vinna seg í FM-hálvfinalurnar. 

 

Í Vestmanna vann KÍF odda- og lokaluppgerðina móti VÍF. KÍF vann dystin 28-25. Í steðginum var KÍF á odda 14-12. Tað eydnaðist kollfirðingum at halda stórskjúttan hjá VÍF, Filip Jojic niðri á fimm málum í dag.

 

Kyndil sum er aftast í deildini er nú bert tvey stig frá fjórða plássinum aftaná 31-30 heimasigurin á StÍF í høllini á Hálsi. Í fyrra hálvleiki var StÍF á sigurskós og var á odda 17-14 í steðginum. 

 

KÍF er oddalið við 10 stigum. VÍF hevur átta stig, og Team Klaksvík hevur sjey stig. H71 og Neistin hava seks stig hvør, StÍF hevur fimm stig, og Kyndil hevur fýra stig. Spenningurin er sostatt sera stórur í Burn mansdeildini.

 

VÍF-KÍF 25-28 (12-14)

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 5, Magnus Müller 4, Heini á Heygum 4, Hallur Árason 4, Teitur R. Nielsen 3, Jóhan í Garðastovu 2, Rúni Fossdal 2, Óla Jákup G. Olsen 1. 

 

Málskjúttar KÍF: Nikolay Bliznov 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Morten Kristensen 3, Nicklas Selvig 3, Tony Weyhe 3, David Edvardsen 2, Baldur Gillason 2, Rúni Joensen 1. 

 

Kyndil-StÍF 31-30 (14-17)

 

Málskjúttar Kyndil: Ovi Lützen 6, Kristoffur Bjørgvin 6, Tróndur Wardum 6, Anders Risdal 5, Jákup Jørgensen 5, Mads Lindkvist 2, Tummas Sørensen 1. 

 

Málskjúttar StÍF:  Bjarni í Selvindi 9, Sveinur Justinussen 8, Jóannes Prestá 5, Martin Danielsen 2, Pætur Johansen 2, Pætur Barclay 2, Eli Gærdum 1, Ivan Mrdalo 1. 

 

Savnsmynd

Savnsmynd