Burn: Neistin vann seg upp á fjórða plássið

Mansliðið hjá Neistanum gjørdi kvinnunum kunstin eftir, og vunnu á klaksvíkingum við einum góðum avriki í seinna hálvleiki

Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi tók Neistin móti Team Klaksvík í einum týðandi dysti í kapprenningini at tryggja sær fjórða plássið, ið gevur heimavøll í FM-fjórðingsfinaluni.

 

Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar omaná, og í steðginum var Team Klaksvík á odda 12-10.

 

Neistamenn løgdu hart út í seinna hálvleiki, og upp á fimm minuttir vendu teir støðuni 10-12 til eina 15-12 leiðslu. Team Klaksvík kom upp á 15-14, áðrenn neistamenn drógu frá aftur.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir minkaðu klaksvíkingar um munin til 25-27, men við einum góðum endaspurti tryggjaði Neistin sær ein 30-25 sigur.

 

Neistin er á fjórða plássinum, men hevur bert ein dyst eftir at leika í grundspælinum. Hann er ímóti VÍF á heimavølli 2. apríl.

 

30. mars tekur Team Klaksvík móti VÍF á heimavølli, og 2. apríl spæla teir móti H71 á útivølli. StÍF hevur Kyndil á útivølli í annaðkvøld klokkan 20, og teir enda grundspælið 2. apríl við einum útidysti móti KÍF.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##