Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
VÍF vann í høllini í Vestmanna stórsigur 35-24 á Kyndli. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-12.
Sigurin merkir, at VÍF hevur vunnið grundspælið. VÍF hevur 26 stig, og KÍF kann í mesta lagi fáa 24 stig.
Í høllini á Skála vann StÍF 32-29 á Neistanum. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Tá 40 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 21-21. Tá eydnaðist tað StÍF at koma framum 24-21, og eftir tað var StÍF á odda tað sum var eftir av dystinum.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík endaði dysturin millum Team Klaksvík og KÍF við javnleiki 25-25. Team Klaksvík var á odda 13-12 í steðginum.
Jens Pauli Poulsen javnaði til 25-25 tá bert níggju sekund vóru eftir. Í næsta álopinum misti KÍF bóltin, og tað var um reppið at Team Klaksvík skoraði til 26-25, men KÍF slapp við skrekkinum.
Komandi sunnudag klokkan 16 spæla KÍF og H71 ein sera avgerandi dyst um annað plássið í høllini í Kollafirði.
Komandi mikukvøld klokkan 20 møtast Neistin og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn í einum dysti, ið hevur stóran týdning í kapprenningini um fjórða plássið, ið gevur rætt til heimadyst í FM-fjórðingsfinaluni.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Kyndil 35-24 (17-12) :
##med3##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Neistin 32-29 (17-17) :
##med4##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Team Klaksvík-KÍF 25-25 (13-12) :
##med5##