Seinnapartin møttust liðini, ið møttust í FM-finalunum í Burn mansdeildini farna kappingarár.
Verandi føroyameistarar, H71 tók ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini.
VÍF fekk revansju fyri taptu FM-finalurnar í vár við einum 28-25 sigri á H71.
Í steðginum var VÍF á odda 12-9.
Tá 51 minuttir vóru leiktir var VÍF á odda 26-19. H71 megnaði at koma upp á 24-26 tá tríggir minuttir vóru eftir, men VÍF fekk tamarhald á støðuni aftur og vann 28-25.
Sveinur Olafsson var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.
Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##