Burton Albion er mest vinnandi liðið 2. jóladag

Um hugt verður eftir hvat enskt fótbóltslið søguliga stendur seg best 2. jóladag, so er Burton Albion tað besta liðið

Burton Albion sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, The Championship og hevur tann kenda Nigel Clough sum høvuðsvenjara hevur ikki tað stóru søguna at vísa á, men á einum øki eru teir nummar eitt.

 

Søguliga sæð er Burton Albion tað fótbóltsliðið í Onglandi sum hevur vunnið lutfalsliga flest dystir 2. jóladag. Hetta skrivar SkySports á heimasíðu sínari. 

 

Klokkan 14.45 í dag tekur Burton Albion ímóti gamla stórliðnum, Leeds United og har ætla "The Brewers" at halda fast við góða jólasiðin. 

 

Burton Albion spældi non-league fótbólt (t.v.s. í fimtbestu deildini og lægri) fram til 2009. Síðani 2009 hevur Burton Albion spælt fimm dystir 2. jóladag, summi ár hava teir spælt dystir 3. jóladag ella 4. jóladag. Burton Albion hevur vunnið fýra av teimum fimm dystunum liðið hevur spælt í ensku liguni 2. jóladag, sum merkir, at Burton Albion er luftalsliga besta enska fótbóltsliðið við einari 80 prosents úrtøku 2. jóladag.

 

Milton Keynes Dons ella MK Dons, sum teir verða nevndir millum manna liggur næstovast á tí søguliga listanum við flest sigrum 2. jóladag. MK Dons, sum var stovnað í 2004 hevur spælt 12 dystir 2. jóladag, og hevur vunnið átta av teimum 12 dystunum, sum gevur eina 66,7 prosents úrtøku 2. jóladag. MK Dons spælir í triðbestu deildini, sum verður nevnd League One.

 

Nummar trý á tí søguliga listanum er Manchester United, sum hevur vunnið 51 av 93 dystum teir hava spælt 2. jóladag gjøgnum tíðirnar. Hetta gevur United eina 54,8 prosents úrtøku 2. jóladag. United fær møguleikan at betra um hesi hagtølini tá teir á heimavølli á Old Trafford í dag klokkan 15 taka ímóti Burnley. 

 

Nummar fýra á søguliga listanum eru Oxford United og Morecambe, sum hava eina 50 prosents sigursúrtøku 2. jóladag.