Nú heystfjøllini verða gingin, fer Umhvørvisstovan at minna á, at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt, og ikki gravast niður ella tveitast í ánna, fjøruna, á bøin ella í hagan. Henda dálking av umhvørvinum sær ótespilig út, gevur ringan lukt, og kann verða atvold til rottu og spjaðing av smittu.
Les meira um burturbeining hjá IRF og Kommunalu Brennistøðini.
Ikki grava niður!
Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá fletting. Les meira á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.