Bústaðarøki á Hálsi

At vinnuøki mugu lúta fyri íbúðarbygging, er ikki heilt ókent.

 

Vinnuøki á Hálsi í Tórshavn er eftir mínum tykki, tað einstaka øki í Havn í dag sum við vissu kundi bøtt munandi um íbúðar neyðina í Tórshavnar Kommunu við eini einfaldari visjón, sum var at flyta alla vinnugoymslu burtur av Hálsi og niðjan á øki við Stórutjørn har næsti býarpartur er ætlaður at vera.

 

Einstakar fyritøkur á Hálsi hava áður lufta tankan um at flyta virksemið teirra av Hálsi niðan á Hjalla, minnist eg rætt. Hendan hugburð skuldi TK tikið fatur á og eyggja fyritøkunum at gingið hesa leið, við ymiskum ágóðum frá TK.

 

Hesar fyritøkur skuldi sjálvandi frammhaldandi unnast at virka á Hálsi, men bert við søludeild teirra.

 

Eitt gott dømi er bygningurin hjá Posta. Hesin bygningur kundi eins væl verið staðsettur á einum minni sentralum staði, við tí minkandi kunda avgreiðslu yvir diskin, ið vit hava fyri neyðini í dag, av teirra tænastum.

 

Men fleiri av tílíkum dømum eins og Posta, eru á Hálsi í dag.

 

Haldi at tó Tórshavnar Kommuna er rímuliga frammsíggin, men sakni eina alment kungjørda visjón um øki á Hálsi, hvørt tað skal frammhaldandi varveitast sum vinnuøki, ella nú stór bústaðarøki eru fyri neyðugni at fáa útvega, at bjóða verandi fyritøkum á Hálsi at umskipa teirra virksemið og loyva búsetingum á økinum.

 

Ímyndi tykkum stóra bústaðarøki hendan visjónin vildi veitt, og við alskyns bústaðar eindum. Bogi í Gil