Bygdaleiðir gevast við koyringini í 2 vikur

Strandfarðaskip Landsins verða nú eisini rakt av coronatiltøkunum, og leiðslan á SSL boðar nú frá, at Bygdaleiðir gevast við at koyra í góðar tvær vikur.

– Orsakað av smittubreiðslu og sæð í mun trygd hjá manningum, bussførarum og ferðandi sum heild verða Bygdaleiðir tiknar úr rakstri í dag og fyribils til 30. mars.

– Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at vit hava manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar. Verður ein smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann seta allar ferjur og bussar út av dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð, skriva Strandfararskip landsins.