Bygdarstevna í Sumba um vikuskiftið

Veðrið hevur ikki sett dám á summarið, verður sagt, men tað hava stevnurnar hinvegin. Um vikuskiftið verður stevna í Sumba. Millum annað bresta norður og suður saman í stevnudysti millum Oldboyslið

Í Sumba verður skipað fyri bygdastevnu um vikuskiftið. Longu hóskvøldið verður lagt fyri við góðum stevnubingo. Fríggjadagin klokkan 19:00 bresta norður og suður saman í stevnudysti millum Oldboyslið hjá Sumba/ VB og TB/Royn. Klokkan 21:00 er barnadiskotek.
Leygardagin klokkan 13:00 setur Trúgvi Thomsen stevnuna og fótbóltur og tivoli er á skránni klokkan 14:00. Eisini er neytamykju-kapping klokkan 18:00, plettskot og brotsspark fyri børn og miðnáttarsangur, har Hergeir Nielsen heldur røðu. Sumbiar Dansifelag fer eisini at kvøða. Klokkan eitt er dansur, har Ein Blanding spælir.
Stevnan endar sunnudagin, har millum annað møti og tivoli stendur á skránni.