Byggiloyvi givið til hotellverkætlan í Klaksvík

Á býráðsfundi í Klaksvík í gjár tók eitt samt býráð undir við at geva hotel verkætlanini í miðbýnum prinsipielt byggiloyvi.

 Fyrireikingar eru longu í gongd, og eru arbeiðsskúrar settir upp á útfyllingini. Tað er felagið Sp/f 31. oktober 2022, sum letur hotellið byggja.

 

- Talan er um eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at menna býin og geva nýggjar ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at eigararnir av hotellfelagnum meta, at stóra verkætlanin við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki fer at standa liðugt í 2025.

 

- Ætlanin er, at hotellið skal knýtast í sjóhitaskipanina hjá kommununi.

 

##med2##

 

Fyri tíð síðan varð fyri eini arkitektakapping fyri hotellverkætlanina útskrivað, og átti teknistovan hjá Henningi Larsen, sum eisini eigur uppskotið til miðbýarætlanina, besta uppskotið.

 

- Byggiverkætlanin er ein privata verkætlan, sum kommunan ikki er partur av. Einasta fíggjarliga avleiðingin av býráðssamtyktini er, at kommunan ber kostnaðin av at gera lendið byggiklárt, verður lagt aftrat.

 

##med3##