Í harðari kapping við onnur, eydnaðist Høgna Mikkelsen at ogna sær eina 11000 fermetra stóra trøð á Boðaneshamri. Keypsprísurin var 3,1 millión krónur.
Rættuliga nógv høvdu áhuga í at bjóða uppá trøðna, men tað eydnaðist Høgna Mikkelsen at fáa trøðna, ið hann ætlar at stykkja út. Síðani ætlar hann at byggja randarhús og nøkur vanlig sethús á Boðaneshamri.
Talan verður um eini 22 - 24 hús.
Farið verður tó ikki undir arbeiðið á Boðaneshamri beinanvegin, tí fyrst skal Høgni gera seg lidnan við húsini, sum hann í løtuni ger uppi á Løgmansbreyt.
Har hevur hann reist 12 hús. Ætlanir eru um at fara undir 2. byggistig, ið telur eini 13 hús.
Bílig
Høgni sigur, at áhugin er stórur, so kanska verður eisini farið undir 3. byggistig. Um hetta verður veruleiki, so hevur hann til ta tíð reist 38 hús á Løgmansbreyt.
Húsini í fyrsta byggistigi á Løgmansbreyt kosta úr 800.000 krónum og upp í 970.000 krónur. Væntandi verða tey í 2. byggistigi nakað dýrari, men hetta metir Høgni at vera tað bíligasta, ið hús í Havnini kunnu fáast fyri í dag.
Gott bakland
Høgni greiðir frá, at hann hevur gott fólk afturat sær. Eisini fær hann sera góðan stuðul heimanífrá og tað er hann sjónliga glaður fyri.
? Bæði foreldrini og daman bakka meg 100% upp. Pápi mín koyrir fleiri ferðir um dagin niðan at vita hvussu gongur og tað hendir meira enn so, at mamma hevur gjørt kaffi og pannikøkur til okkara, sigur Høgni, ið er sera fegin um góða stuðulin.
Høgni Mikkelsen hevur 7 mans í arbeiði, umframt múrarar, rørleggjarar og aðrar.