Byggja skúlan út fyri 15 milliónir

Kvívíkingar taka eitt ódnartak, nú teir skulu byggja skúlan tvær ferðir so stóran, sum hann er nú

Skúlabygging

Kvívík: Kvívíkar kommuna fer nú undir eitt ódnartak.
Skúlin skal byggjast út og tað er ikki hissini útbygging, tí tá ið hann er liðugur, verður hann tvær ferðir so stórur, sum hann er nú.
Heini Holm, borgarstjóri, sigur, at útbyggingin kostar einar 15 milliónir.
Hetta er eitt stórt tak hjá kommununi og fer avstað við mestum allari fíggjarorkuni hjá kommununi tey næstu árini.
Borgarstjórin sigur, at ætlandi skal kommunan verða liðug at betala skúlan í 2006.
Ætlanin er at seta 400.000 krónur av um mánaðin til skúlan, hiðani og til 2006, men kortini sleppur kommunan ikki undan at taka eitt lítið lán, sum kanska kemur upp á seks milliónir, tá ið tað er stórt, ætlanin er at allur skúlin, við láni og øllumm skal vera goldin í 2006.
? Vit hava spent okkum ógvuliga hart fyri at fáa hetta so skjótt frá hondini, sum gjørligt, sigur borgarstjórin.
Annars er kommunan skuldarfrí, tí teir síðstu avdráttirnir vórðu goldnir í 1999.

Tvær ferðir so stórur
Heini Holm sigur, at ætlanin er at byggja einar 1.000 fermetrar afturat upp í skúlan. Harumframt skal skúlin, sum er, byggjast um.
Tríggjar skúlastovur vera afturat, ein til alis- og evnafrøði køk og annað, umframt skrivstovu, lærarastovu, forhøll og wc. Samstundis skal gerast bókasavn og teldurúm, smíðstova og musikstova.
Arbeiðið byrjar nú um mánaðarskiftið og skúlin er liðugur tá ið børnini fara í skúla í 2005.
Heini Holm sigur, at skúlin hevur sera ringar umstøður. Avleiðingin er, at nógv ymiskt virksemi er blandað saman í somu hølum og flokkar noyðast at skifta høli fleiri ferðir um dagin, eisini fyrsti flokkur og tað er ógvuliga óheppið.
Annars er skúlin í Kvívík væl fyri, tí hann hevur bæði fimleikarahøll og svimjihyl.
Í Kvívík er skúlabarnatalið annars av tí lægsta beint nú. Tað eru 47 skúlabørn í kommununi.
Tá ið skúlabørnini vóru flest í tali, vóru tey næstan 70 børn í skúlanum, men tað vanliga hevur ligið um 50-60.
Men skúlabarnatalið fer at kvinka uppeftir aftur spakiliga, tí tað eru ung húski í kommununi.
Tað er eisini gravgangur eftir grundstykkjum í kommununi. Fyri einum góðum ári síðani seldi kommunan 15 grundstykki og tað tók bara ein dag at sleppa av við. Borgarstjórin sigur, at tað verður ikki í hesum valskeiðnum, at fleiri grundstykki verða frá kommununi, tí til 2006 er skúlin raðfestur fremst.