Bygt verður upp í maskinstøðina hjá Landsverkfrøðinginum í Kollafirði. Tað sum í dagligari talu verður nevnt Landsfjósið.
Ein tilbygningur upp á einar 500 fermetrar verður bygdur upp í verandi smiðjubygning norðureftir.
Hans Biskopstø á skrivstovuni hjá Landsverkfrøðinginum í Havn sigur, at talan er ikki um víðkan av smiðjuni sum so. Talan er um eina garagu, sum bygd verður til maskinur, sum ikki tola at standa úti um veturin. Tað kunnu vera fresarar og tílíkar maskinur við nógvum elektronikki, sum helst skulu undir tak, sigur hann.
Grundin til, at bygt verður í Kollafirði nú, er tann, at maskinurnar eru vorðnar heimleysar. Fyrr stóðu hesar maskinurnar í garaguni, sum stendur oman fyri Leynar nærindis tunilsmunnanum. Men hendan garagan er nú latin teimum, sum arbeiða upp á undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, sigur Hans Biskopstø. So maskinurnar, sum annars hava havt vetrarstøðu har, verða nú fluttar til Kollafjarðar.