Ábyrgdarleyst av landsstýrinum ikki at hjálpa ferðavinnuni

– Tað virkar sum um, at bara tí at tað gongur so hart út yvir høvuðsstaðin, so vil landsstýrið einki gera, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

– Tað er ótrúliga syrgiligt sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu at staðfesta, at myndugleikarnir ikki hava verið nóg skjótir at taka hond um ferðavinnuna.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum saknar, at landsstýrið nú traðkar í karakter og hjálpir hart sperdu ferðavinnuni.

Hon sigur, at hevði talan verið um fiskivinnuna, sum hevði verið so hart rakt, so høvdu politikararnir verið skjotir at loftað henni.

Føroyska ferðavinnan er svárum trupulleikum í hesum døgum. Ætlanin var, at inntøkurnar frá ferðavinnuni í ár skuldu vera ein milliard krónur. Í fjør vóru tær um 800 milliónir krónur.

Men av tí at eingi ferðafólk eru í Føroyum, at eingi ferðafólk koma í summar og valla nógv heldur í heyst og í vetur, so eru eingi útlit hjá ferðavinnuni.

Hóast ferðavinnan hevur eitt mist útflutningsvirði í ár upp til eina milliard og hevur eins nógv starvsfólk, sum øll alivinnan í Føroyum tilsamans, so er enn eingin hjálparpakki, sum fevnir um ferðavinnuna, og framvegis er talan bara um tilmæli frá landinum, ikki eitt krav.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, er sera atfinningarsom mótvegis framferðini hjá landsstýrinum.

– Vit skulu minnast til, at ferðavinnan stendur fyri í øllum førum eini 700 arbeiðsplássum, og taka vit altjóða partin umframt innlendis partin við, so tosa vit helst um hálvaaðru milliard krónur í umsetningi. Og tað letur man bara fara millum fingrarnar, sum um tað ikki hevur tann stóra týdningin.

– Tað haldi eg er ábyrdgarleyst. Hetta er ein nýggjur vinnugeiri, sum kann vera eitt bein hjá føroyska samfelagnum og búskapinum at standa á. Tað er ábyrgdarleyst bara at lata beinini skrykkja undan hesi vinnu, sigur borgarstjórin í Havn.

– Tað tykist soleiðis, at einki verður gjørt við tað, tí tað gongur bara út yvir høvuðsstaðin, tá tað ikki hevur meira skund og er meira átrokandi enn so, at vit standa við ferðavinnuni og einum stórum parti av okkara búskapi, sum stendur fyri hóttafalli, sigur Annika Olsen.

Hon vísir á, at tað eru so nógvir vinnurspírar í ferðavinnuni. Fólk sum hava stovnað sína egnu vinnufyritøku, og at kommunan stendur her við tveimum spildurnýggjum hotellum.

– Tað er als ikki gott nokk, at einki verður gjørt við tað frá landsins síðu, og tað smittar av upp á tænastuvinnuna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum eftirlýsir, at landsstýrið nú veruliga tekur seg saman og hjálpir.