Rætturin kom ásamt um, at skjótingin eftir løgregluni við Sundsvegin fyri góðum fimm vikum síðani, var meira eitt róp um hjálp enn nakað annað. Og hetta er grundgevingin fyri, at rætturin valdi at geva manninum ein sokallaðan kombineraðan dóm, sum sigur, at hann skal sita inni í tríggjar mánaðar, meðan fýra mánaðar eru treytaðir.
? Hesin dómurin er kanska eitt sindur óvanligur, tí maðurin hevði fleiri álvarsamar ákærur. Ein av teimum var at skjóta eftir politinum í tænastu. Men kriminalforsorgin hevur givið okkum nakrar frágreiðingar, so vit kunnu væl grundgeva fyri, hví vit hava valt henda kombineraða dómin, sigur Linda Hesselberg, ákæri.
Ákærin vísir á, at rætturin metir, at viðhvørt er tað ikki bara revsing, sum hjálpir hjá viðkomandi. Men afturfyri at fáa ein kombineraðan dóm, so skal tann 39 ára gamli maðurin hava hjálp frá fakfólki. Hann skal nú sita í arrestini, har hann fær hjálp ímóti alkoholmisnýtslu, umframt at hann fær hjálp við sosialum og psykiskum trupulleikum. Hetta skal hann síðani halda fram við, tá hann fer undir tann treytaða dómin.
Ákærin vildi hava millum seks og sjey mánaða fongsulsrevsing, og hetta endaði við sjey.
? Tað, at vit hava valt ein kombineraðan dóm, er tikið út frá tí einkulta persóninum. Hetta vil ikki siga, at vit fara at halda okkum til hetta næstu ferð, um tað skuldi hent aftur. Men hesuferð varð mett, at fyri at sleppa frá at síggja mannin aftur í hesum samanhanginum, kundu vit best hjálpa honum á henda hátt, sigur Linda Hesselberg.