Camelia er Ársins venjari á kvinnusíðuni

Fimleikagalla er í Bylgjuni í Runavík í kvøld, og her verða fleiri fimleikarar heiðraðir.

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.

Tað er trupult at finna ein venjara, sum er meira nærløgd enn hon.

 

Hon hevur sín uppruna í heilt aðrari fimleikamentan, sum hon hevur tikið við sær hendan vegin, samstundis sum hon eisini hevur megnað at fáa føroyskar fimleikararar at taka hesa mentan til sín.

 

Venjarin krevur nógv av sínum íðkarum, samstundis sum hon gevur nógvar ferðir meira aftur.

 

Hon er fremsta orsøkin til, at føroyskur amboðsfimleikur á kvinnusíðuni nú ger seg galdandi á altjóða pallinum.

 

Heiðurin sum Ársins venjari á kvinnusíðuni 2022 fær Camelia Mihaela Mindricel úr Havnar Fimleikafelag.

 

In.fo fylgir gongdini í Bylgjuni í kvøld.

 

##med2##

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.