Carla Sands sleppur ikki í Senatið

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, sum fleiri ferðir vitjaði í Føroyum, fekk bara seks prosent av atkvøðunum á undanvali

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, megnaði ikki at vinna undanval í statinum Pennsylvania.

Har stillaði hon upp fyri at verða vald til Senatið fyri Republikanararnar.

Tá 99 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði hon bara fingið 5,7 prosent av atkvøðunum. Tað vísa tøl frá amerikanska miðlinum NPR.

Hon er tí langt aftan fyri kappingarneytarnar og floksfelagarnar, Dave McCormick, Methmet Oz og Kathy Barnette, sum standa til at fáa ávikavist 31,4 prosent 31,2 prosent og 24,4 prosent av atkvøðunum.

Tað er ikki endaliga avgjørt, hvør teirra skal loysa av sitandi senatorin í Pennsylvania, Pat Toomey, sum ikki stillar uppaftur á miðvalinum í ár.

Miðvalið í Pennsylvania í november er eitt av valunum í USA, sum kann vera við til at broyta valdsjavnvágina í Senatinum.

Á miðvalinum skulu veljast triðingurin av Senatinum og allir limirnir í Umboðsmannatinginum.

Nú er støðan tann í Senatinum, at tað stendur á jøvnum millum Demokratarnar og Republikanararnar við 50 sessum hvør. Men varaforsetin hjá Joe Biden, Kamala Harris, hevur avgerandi atkvøðunum, tá tað stendur á jøvnum. Tí hava Demokratarnir tann minst møguliga meirilutan.

Við meiriluta í Umboðsmannatinginum hevur flokkurin hjá forsetanum tí valdið í báðum kømrunum og lættari við at fáa nýggjar lógir samtyktar.

Men tað kann lættliga broytast, um meiningakanningarnar um vánalig úrslit hjá Demokratunum gerast veruleiki á valinum.

 

##med2##

Republikanska Carla Sands tók við sum sendikvinna í Danmark í desember í 2017 undir táverandi forseta Donald Trump. Hon vitjaði fleiri ferðir í Føroyum í síni tíð sum sendikvinna.

Hon fór frá sum sendikvinna í Danmark í januar í 2021, tá Joe Biden gjørdist forseti.

Millum vallyfti hennara til undanvalið vóru arbeiðspláss í Pennsylvania og møguleiki hjá børnum og ungum til útbúgving.

/ritzau/