Cech setti met

Ongin málmaður hevur hildið málið reint líka ofta í Premier League, sum málverjin hjá Arsenal, Petr Cech.

Arsenal vann fyrr í dag ein tryggan heimasigur ímóti Bournemouth. Dysturin endaði 2-0 til Arsenal, og serliga spældi týski Mesut Øzil, enn einaferð, ein framúr góðan dyst, har hann legði upp til eitt hav av málmøguleikum. Eisini skoraði týskarin annað málið í dystinum.

 

Sum so var dagurin tó ikki søguligur fyri Mesut Øzil, men tað var hann fyri kekkiska málverjan hjá Arsenal, Petr Cech. Cech helt málið reint í dag, og tað hevur hann eisini gjørt 169 ferðir fyrr í sínari yrkisleið í Premier League. Tískil hevur Petr Cech ikki latið mál inn í tilsamans 170 dystum í Premier League, og tað er met. Í fleiri ár hevur fyrrverandi bretski landsliðsmálverjin, ið spældi við við íslendska ÍBV fyri nøkrum árum síðani, David James, átt metið. Hann hevur hildið málið reint í 169 av sínum 572 dystum í Premier League.

 

Avrikið hjá Cech gerst enn meira hugtakandi, tá ið hugsað verður um, at hann bara skuldi brúka 352 dystir at basa hesum meitnum. 

 

Petr Cech kom til Onglands at spæla fótbólt í 2004, har hann spældi við Chelsea inntil í summar, tá ið hann skifti til Arsenal. Í Chelsea helt Cech málið reint í 162 av 333 dystum, meðan hann í Arsenal hevur hildið málið reint í átta av 19 dystum í Premier League.