Champions League: Eingin leiklutur til Hákun í heimatapi hjá Füchse Berlin

Füchse Berlin fekk einki stig í fyrsta dystinum í Champions League hetta kappingarárið

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi í kvøld fyrsta dystin í bólki A í Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin. 

 

Frammanfyri 7.000 áskoðarum tapti Füchse Berlin 31-32 fyri ungarska liðnum, Veszprém. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Hákun fekk ongan leiklut í hesum dystinum. So tað fyrsta málið hjá honum í Champions League má bíða nakað enn. 

 

Vónandi býðst høvið komandi mikukvøld klokkan 19.45. Tá spælir Füchse Berlin á útivølli móti Eurofarm Pellister í Norðurmakedonia.

 

Longu sunnudagin skal liðið hjá Hákuni aftur í eldin. Tá hava teir heimadyst í bundesliguni móti Leipzig.