Champions League finalu tiltak í dansifrøi

Liverpool Føroyar skipar fyri stórum Champions League finalu tiltaki leygardagin 28. mei

Leygarkvøldið 28. mei klokkan 20 verður finalan í Champions League. Í ár er finalan ein endurtøka av finaluni í 2018 millum Liverpool og Real Madrid.

 

Aftur hesa ferð skipar almenna føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool, Liverpool Føroyar, fyri finalutiltaki í Dansifrøi. Fyrireikararnir boða frá, at tað er avmarkað atgongd og at fleiri enn helmingurin av atgongumerkjunum longu eru seld.

 

- Møguleiki verður at keypa burgarar, góðar og bíligar øl og sodavatn. Luttakast millum øll, sum keypa atgongumerki, um at vinna ein ferð til Liverpool ein dyst saman við Liverpool Føroyar komandi kappingarár, við í vinninginum er ferðaseðil við Atlantic Airways, uppihald á Radison Blu og atgongumerki til ein dyst á Anfield, har Liverpool er annað liðið, skrivar Liverpool Føroyar.

 

Tiltakið byrjar klokkan 17 og sjálv finalan byrjar klokkan 20. Tiltakið endar klokkan 23. Tað ber til at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Liverpool Føroyar. Eins og undanfarnu árini, fer ein partur av yvirskotinum til vælgerandi endamál.