Champions League: Jóhanna og BK Häcken taptu stórt fyri Arsenal

Tað verður einki evropeiskt bólkaspæl hjá Häcken á hesum sinni

Tað verður einki bólkaspæl í Champions League hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og liðfeløgunum í BK Häcken á hesum sinni. 

 

Vónarnir hjá Häcken vóru ikki sørar undan seinna undankappingardystinum móti Arsenal í London. Häcken hevði á heimavølli vunnið 1-0 á Arsenal.

 

Men í kvøld vann Arsenal stórsigur 4-0, og harvið ein samlaðan 4-1 sigur. Tað verður sostatt Arsenal sum fer at kappast í bólkaspælinum.

 

Häcken kappast við Hammarby um annað plássið í bestu svensku fótbóltsdeildini. Rosengård er langt fremst við 60 stigum fyri 20 dystir. Häcken hevur 46 stig og Hammarby hevur 45 stig.

 

Trý tey fremstu liðini sleppa at taka lut í Champions League undankappingini komandi kappingarár.