Charles eigur at taka við

Leingi hava bretar sagt, at teir vilja hava William prins at taka við eftir ommuna, Elizabeth drotning. Men nú siga tey flestu í Bretlandi, ar tey vilja hava Charles prins at taka við.

Í einari nýggjari meiningakanning hjá YouGov siga 44 prosent av teimum spurdu, at Charles prinsur eigur at taka við eftir mammu sína. 38 prosent siga, at tað rætta er at leypa Charles um og at lata William prins taka við trúnuni.

Eygleiðarar í London siga, at fyri fjúrtan søgum síðani vildu tey flestu hava William til næsta kong Bretlands, men at Charles hugtók nógvar bretar undir hátíðarhaldinum í sambandi við, at Elizabeth hevur verið drotning í 60 ár, og at hann tí hevur tikið seg fram um William í spurninginum um, hvør skal taka við trúnuni.