CHEDan letur bíða eftir sær

Jóannes Eidesgaard hevur júst boðað frá, at samráðingarnar við Sjálvstýrisflokkin eru ikki komnar undir land enn. Og tunnilssemjan er nú endaliga dottin á gólvið Framvegis er ongin niðurstøða av fundinum millum samgonguna og Sjálvstýrisflokkin.

- Vónandi koma vit á mál í kvøld, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við Kringvarpið fyri løtu síðani. Sum skilst snýr fundarvirksemið seg í løtuni um at koma í land á ymsum tekniskum økjum. Eitt nú skulu allar løgtingsnevndir umskipast, og hetta er sum kunnugt eitt putlispæl.

Jóannes Eidesgaard gjørdi eisini greitt, at tunnilssemjan er dottin á gólvið.

- Fyrst tók Gerhard seg úr, síðani andstøðan og vit vita eisini, at Sjálvstýrið hevur ongantíð tikið undir við Sandoyartunlinum, segði løgmaður við Kringvarpið. Hann vísti á, at tað nú er upp til landsstýriskvinnuna at finna eina nýggja loysn á tunnilsmálinum.