Chelsea og Liverpool á útivølli

Her er lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Capital One Cup

Newcastle, Southampton og Tottenham komu í kvøld víðari í Capital One Cup, sum er minna steypakappingin í Onglandi. Serliga Newcastle tók tey flestu á bóli við at vinna 2-0 á Manchester City á útivølli. Í gjár komu Liverpool, Chelsea, Bournemouth, Sheffield United og Derby víðari.

 

Í kvøld hevur lutakast til fjórðingsfinalurnar verið. Liverpool og Chelsea skulu spæla á útivølli, men í báðum førum er talan um lið úr lægru deildunum. Liverpool skal møta AFC Bournemouth, meðan Chelsea skal spæla móti Derby.

 

Størsti dysturin verður í London, har Tottenham og Newcastle møtast. Seinasti dysturin er millum Sheffield United og Southampton.

 

Capital One Cup fjórðingsfinalur:

Tottenham - Newcastle

Derby - Chelsea

Bournemouth - Liverpool

Sheffield United - Southampton