Tey bæði fremstu liðini í ársins útgávu av Premier League brustu í dag saman í FA Cup finaluni. Lagt var upp til eina spennandi finalu, ið kundi fara báðar vegir. Stóru vónirnar til dystin vórðu gjørdar til skammar í fyrra hálvleiki, tí hvørki av liðunum megnaði at vísa nakað, ið bara líktist einari finalu.
Í seinna hálvleiki komu liðini tó meira inn í dystin, og spælið fleyt betri. Hetta hjálpti tó ikki uppá úrslitið, sum eftir 90 minuttir framvegis var 0-0.
Í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini hevði Ryan Giggs bóltin innanfyri málstrikuna, men dómari Stev Bennett lat ikki við seg koma. Ivaleyst gjørdi Giggs eisini fríspark ímóti Chelsea málverjanum.
So skuldi tað vísa seg, at tann altíð málsøkni Didier Drogba skuldi gerast stóri sigursharrin. Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini fekk hann bóltin í málið, eftir samanspæl í heimsflokki við Frank Lampard. Eftir málið hevði United fimm minuttir at javna í, men tá ið teir ikki megnaðu at skora hesa løtuna, kann Chelsea kalla seg FA Cup vinnari kappingarárið 2006/2007.
Harvið vann Chelsea sítt fyrsta gullheiðursmerki í ár, samstundis sum teir tóku møguleikan frá Manchester United at vinna greipuna.