Christian Andreasen flytur fokus

Frank Davidsen
-----
Tað er nú einki at siga til, tá hann sum advokatur yvir fyri fjølmiðlum og føroya fólki roynir at afturvísa tann ver­u­leika, at klientur hans­ara, bæði hevur villleitt, eins og sagt ósatt. Tí er tað einki minni enn ein undanførsla av grovasta slag, tá Christ­ian Andr­e­asen roynir at flyta fokus, har hann í fjølmiðl­u­num leggur dent á, at allur toll­ur av teimun nógvu vør­um, sum klientur hansara ó­lóg­liga hevði tikið út av goymsl­uni varð goldin.
Og hvat so, er tað ikki meira enn natúrligt, aftan á at ein fyr­i­tøka sum hevði tik­ið sær rætt­in til "rentu­frítt lán", við at lata tey 25 % blíva liggj­andi í kassanum dag­ar, mánaðar og ár, aftan á at vøran varð seld.
Christian Andreasen veit líka­væl sum eg og onnur, at nógvar fyritøkur vóru noydd­ar at snara lykilin um, orsaka kreppuni fyrst í hálv­fems­unum.
Ivist onga løtu í, at nógv­ar av hesum fyritøkum høvdu hórða undan, um tær høvdu somu um­støður sum klient­ur­­in hansara, nevnliga at kanna sær ein gjaldsskoða í fleiri ár, við ikki at gjalda mvg.
Áhaldandi at fara út í fjøl­miðlarnar, og avsanna at klientur hansara ikki havur snýtt í tolli, tað er langt úti. Í staðin er tað Kringvarpið í er skurk­urin, sambært advo­kati­n­um. Eisini veit hann "at kjarnan" í tollmálinum, eru ó­sann­indi um at klient­ur­in ikki hevði ánilsi av, at tollkreditturin var upp­sagd­ur.
Nú vísir tað seg, ar klient­ur­in er "tikin við buksunum niðri". Tí í mars mánaða 1991 hev­ur hann í einum skrivi, biðji um at bankatrygdin-toll­kred­itturin ikki gerst eff­ek­ti­vur, so leingi sum felagi royndi at fáa eina avtalu við landsstýri viðvíkjandi hes­um. Hetta SKJALI er tað av­gerandi prógvi um, at tað als ikki var ivi um, at bræv­ið um at tollkreditturin var upp­sagd­ur, var komið á rættað stað.
At advokaturin nú roynur at flyta fokus, og fer út í fjøl­miðl­ar­nar og roynur at gera nógv burtur úr, at stjórin á Toll­stovu Føroya einki visti um brævið, tað er bara fyri at flyta fokus, tí nú hevur klient­urin hjá honum við ein­um skrivi og undirskrift, biðji um at bankatrygdin- toll­­kred­itturin ikki skal gerast effektivur, tí felagið " ar­beiður við málinum ".
Kanska hevði advokaturin "gloymt" hetta skjalið, ikki veit eg. Ella kanska var tað til­ætla, tá fjølmiðlafólkini fingu tveit rúgvuna av skjøl­um í fangið, beint áðrenn "fjøl­­miðl­a­stuntið" fór fram í miðl­a­húsinum, soleiðis at ikki vóru stundir til at nær­lesa øll skjølini.
Afturat oman­fyri­stand­andi, so hevur tollmálið líka nógv við moral, etik og van­liga fólkaligheit at gera. Nak­að sum Jonhard Eliasen so væl lýsur í síni grein "Lán í knappari vending" í So­s­ial­i­num 31.01.13.
Greinin hjá Jonhard Eli­a­sen vísir, hvussu arro­gant­­ur klienturin hjá Christ­­­ian Andreasen veru­liga hev­ur verið, ikki bara í om­an­fyr­i­nevnda mál­ið. Eisini í tí so­kall­aða "Baad­er­mál­i­num". Grein­in hjá J. E. byrjar við. citat. Í bløð­unum á vári í 1996 lesa vit yv­irskrift til grein um "so­kallaða Baadermálið", at Jørg­en Niclasen ikki vildi kall­ast tjóvur. Í greinini verð­­ur hann endurgivin fyri at siga: "Eg ætlaði mær ikki at stjala maskinurnar frá Fisk­a­­virk­ing. Eg lænti tær í ein­i knappari vending". Hó­ast "lánið" varð framt í knapp­ari vending- og uttan at spyrja lángevaran um loyvi -, so vóru sambært øðr­um blaðgreinum stundir at skifta spjaldur á nýggjari mask­inu um við tað eldri. At spjaldrarumskiftið fór fram, váttaði bæði táverandi stjór­in og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking. citat enda.
Í samband við tollmálið, kem­ur Jonhard Eliasen í mill­um annað til hesa nið­ur­støðu. citat. Manupulatión, á­­byrgd­ar - und­an­støkk­ing­­in og illviljin móti at við­ganga egin mistøk á tíð­ind­a­fund­i­num lýsa persónsmenskuna hjá Jørg­en í dag. Hetta hevur upp­aftur størri týdning fyri politisku viðurskiftini í nú­tíðini enn tað hann í fortíðini stóð fyri. citat enda.
Hvat hevði Bill Justinusen sagt um eg tildømis fyrst fór inn í bilhúsið hjá hon­um. Harnæst at eg so tók skrokknummari av ak­far­i­num hjá honum. Fyri síðan at eg setti skrokknummari á einum bili við ongum numm­arspjøldrum á bilin hjá hon­um. Eg spyrji bara?
Hinvegin so tillátursgerð Bill Justinesen hesi við­ur­skif­ti, og umberð seg við, at fjøl­mið­l­a­fólkin ikki eiga at lúgva. At ein persónur sum Bill skal góðtaka so­vorð­in bein­leið­is krim­i­nel við­ur­skifti, tí hatta er fari fram, eitt annað tíðarskeið, táð er ó­fatiligt. Ella vísur tað hin­veg­in, at hann vil verða við til at tryggja maktina fyri ein og hvønn prís.