Tað var grannauppgerð í bestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld. Silkeborg og Christian Lamhauge Holst høvdu vitjan av AGF.
Úrslitið var 1-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum. AGF setti hol á eftir eitt korter, og fýra minuttir undan hvíldini javnaði Silkeborg. Málskjútti var føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst, sum eftir innlegg stýrdi bóltin í AGF málið.
Talan var um undirhaldandi uppgerð, og eina góða løtu í 2. hálvleiki trýsti Silkeborg fyri at vinna. Tvær ferðir raktu teir stólpan. Aðru ferðina var tað roynd hjá Christiani Lamhauge Holst, sum endaði á stólpanum.
Danskir fjølmiðlar meta føroyska landsliðsspælaran at hava verið millum teir stinnastu í undirhaldandi dystinum, men eftir dystarlok iðraði Christian Lamhauge Holst seg meiri um stóra møguleikan, hann hevði havt fyri at skjóta sigursmálið, heldur enn at fegnast um málið, sum bar javnleikin við sær:
- Fyri meg var tað fínt at skjóta mál, men akkurát nú iðri eg meg um, at tað ikki eydnaðist at skjóta sigursmálið. Møguleikin var stórur, tá ið bólturin fór í stólpan. Leikliga vóru vit omaná, og tí hevði tað ikki verið annað enn rímuligt, um vit høvdu vunnið, helt Christian Lamhauge Holst í samrøðu við TV2Sport.
Bæði AGF og Silkeborg hava fimm stig eftir fimm umfør.