Manchester City hevur í kvøld spælt seg í finaluna av Carabao-Cup við at vinna 3-2 á útivølli móti Bristol City. Saman við 2-1 sigrinum frá fyrru hálvfinaluni, kemur Manchester City tí í finaluna við einum samanlagdum 5-3 sigri móti Bristol City.
Hóast útgangsstøðið frá fyrru hálvfinaluni boðaði frá eitt sindur av spenningi, var sjáldan tann stóri spenningurin í uppgerðini millum feløgini bæði í kvøld. Manchester City var bæði á odda 1 og 2-0, áðrenn Bristol City kom inn aftur í uppgerðina. Í 90’inda minutti kom Bristol City enntá so mikið væl aftur í uppgerðina, at teir javnaðu til 2-2. Men í yvirtíðini eydnaðist tað Kevin De Bruyne at skjóta sigursmálið fyri Manchester City til 3-2.
Sostatt er Manchester City klárt til finaluna í Carabao-Cup, og í annaðkvøld verður greitt hvat mótstøðuliðið í finaluni verður. Tá spæla Chelsea og Arsenal seinnu hálvfinaluna. Fyrra hálvfinalan millum tey bæði liðini, endaði við málleysum 0-0 javnleiki.
Bristol City – Manchester City 2-3 (0-1)
0-1 Leroy Sane, 43.
0-2 Sergio Aguero, 50.
1-2 Marlon Pack, 64.
2-2 Aden Flint, 90.
2-3 Kevin De Bruyne, 90.