Claus misti Chelsea

Saman við Blackpool var Claus Bech Jørgensen um at skapa eina lítla sensatión og spæla seg til lívstíðar minni á Stamford Bridge

Fótbóltur

Darren Huckerby, og Dion Dublin vóru ov sterkir, tá Claus Bech Jørgensen og Blackpool í gjár skuldu royna at spæla seg til útidyst móti heimsstjørnunum í Chelsea.
Norwich er dagliga at finna eina deild hægri, og tí vórðu teir mettir sum greiðir favorittar.
Tað eydnaðist tó Blackpool at leggja seg á odda fyri steðgin, tá liðskiparin, Michael Jackson, stútaði horna í kassan.
Tann støðan helt sær, til 12 minuttir vóru eftir at spæla. Tá fekk Darren Huckerby javnað fyri Norwich, og sami maður legði eisini vertirnar á odda, tá farið varð undir longda leiktíð.
Blackpool, sum nú eisini hevði sent Claus Bech Jørgensen á vøllin, megnaði tó at javna, tá Shaun Barker skoraði, og so tóktust brotsspørk skula til. Men bara átta minuttir undan dystarloki sendi Chris Martin bóltin í netið, og so var fagnaðurin stórur á vertunum.
3-2 til Norwich, og so verða tað gulu kanariufuglarnir, sum fáa upplivingina av at spæla á Stamford Bridge, har Chelsea bíðar í fimta umfarinum.