Clayton verður ikki við

Klokkan 15.00 fer Rói Jacobsen at bríksla fyri at fáa gongd á fyrsta landskappingardystin í Fuglafirði í ár. Tað er hvítt í fjøllunum, men líkindini at spæla fótbólt eru góð í Fuglafirði.

 

Albert Ellefsen er nýggjur venjari hjá ÍF, og setningurin hjá honum er at lyfta arvin eftir Flemming Christensen, sum saman við fuglfirðingum vann silvur í fjør. Ikki minst spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at rigga í álopinum, har Clayton Soares hevur fingið Øssur Dalbúð aftrat sær.

 

Hetta fæst ikki at vita í dag, tí Clayton verður ikki við ímóti AB. Orsøkin er, at loyvini ikki eru komin upp á pláss.

AB er á veg til Fuglafirðar í nýggjari útgávu. Millum nýggju menninar eru málverjin Símin Rógvi Hansen, verjuspælarin Rói Danielsen, Sorin Anghel og álopsspælarin Keita. Rógvi Poulsen er aftur á Argjum, men hann er ikki tøkur enn.

 

Sámal Erik Hentze er venjari á Argjum, og málið hjá honum er greitt:

 

-Sum altíð hjá uppflytara, so ræður tað hjá okkum um at býta okkum fastar í deildini, sigur AB venjarin undan vitjanini í Fuglafirði, har hann fyri fyrstu ferð hevur Sorin Anghel, Keita, Róa Danielsen og Símun Rógva Hansen tøkar í landskappingardysti.