Clinton-fyrilestrar góvu 60 milliónir í fjør

Nýggj tøl vísa, at 2006 var eitt sera gott fíggjarár hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Bill Clinton.

Síðani hann fór úr Hvítu Húsunum, hevur hann livað av at halda fyrilestrar. Og ikki kann sigast annað enn, at hetta er ein gevandi vinnuvegur hjá honum. Mett verður, at Clinton higartil hevur forvunnið umleið 230 milliónir fyri fyrilestravirksemið sítt. Tølini stava frá fíggjarligari uppgerð yvir privatu viðurskiftini hjá Hillary Clinton, og gevur hon eisini innlit í fíggjarviðurskiftini hjá manni hennara, sigur Wall Street Journal.