Comeback fyri Kasich

Donald Trump og Bernie Sanders vunnu valið í New Hampshire

Donald Trump (34 prosent) og Bernie Sanders (59 prosent) vunnu undanvalini í New Hampshire við stórum sigrum. Tað var tó eisini væntað, og tí var ikki so nógv lisið inn í hesi úrslitini.

 

Áhugin var nógv størri fyri, hvør fór at enda á 2. plássi hjá republikanarunum. Marco Rubio tók mong á bóli, tá hann gav Donald Trump stríð til mállinjuna í undanvalinum í Iowa í farnu viku. Hann kom tó illa frá einum sjónvarpskjaki fyrr í vikuni, og okkurt bendir á, at hann varð revsaður fyri hetta í valinum í gjárkvøldið.

 

Tann, ið hevur størstu orsøk at fegnast, er guvernørurin í Ohio, John Kasich, sum endaði á øðrum plássi í gjárkvøldið, við 16 prosentum. Hann var væl umhildin fyrr í stríðnum, men seinastu mánaðirnar er undirtøka hansara fallin nógv. Tí var hetta eitt stórt fet á rættari leið fyri hann, og gevur tað honum eitt grundarlag til at halda fram við valstríðnum.

 

Somuleiðis kann Jeb Bush fegnast. Heldur ikki hann hevur gjørt stóru skreytirnar higartil, men lutfalsliga góða úrslitið í New Hampshire kann vera júst tað, hansara valkampanja hevði tørv á. Ted Cruz, Jeb Bush og Marco Rubio liggja stavn um stavn í skrivandi løtu, við 12, 12 og 11 prosentum av atkvøðunum.

 

Eitt vánaligt úrslit hevði gjørt tað torført hjá teimum báðum at hildið áfram við valstríðnum, og tað er støðan, sum Chris Christie, Carly Fiorini og Ben Carson eru í nú. Enn einaferð megnaðu tey ikki at vera millum fremstu valevnini, og flestu viðmerkjarar halda, at tað nú bara er ein spurningur um tíð, áðrenn tey fara at gevast við sínum royndum at gerast forseti á hesum sinni.

 

Nú gongur leiðin suðureftir, til Nevada og South Carolina um tvær vikur, og viðmerkjarar siga, at hetta er at rokna sum heimavøllur hjá Ted Cruz. Úrslitið í New Hampshire gjørdist ikki so gott sum vónað, men nú leiðin gongur til evangelisku statirnar sunnan fyri, man konservativi Ted Cruz hava góðar vónir at vinna nakrar sigrar afturat.