Kanska verður Poul Gascoigne at síggja í FA Cup kappingini komandi kappingarár? Í Onglandi finst ein felagsskapur, sum nevnir seg ”The Legends Series”. The Legends Series gera nógv burtur úr at savna kendar fótbóltsspælar til dystir, har peningurin fer til vælgerandi endamál. Nú ætlar The Legends Series at stilla við einum liði, sum bara skal verða mannað við gomlum FA Cup vinnarum. Nøvn, sum hava verið nevnd, umframt Poul Gascoigne, eru Ray Parlour, Lee Sharpe, Bryan Robson, Dave Beasent, Graeme Le Saux og Roberto di Matteo. Hesir hava allir vunnið FA Cup kappingina, og eru teir allir omanfyri 35 ár. Fyrrverandi Leeds-hetjan, Paul Reaney vísur aftur, at ætlanin við einum slíkum dreymaliðið er tann reini heilaspuni. - Vit meina hetta seriøst. Vit stilla ikki upp, fyri at verða gjørdir til tað turra spott, sigur hann.