Corona: Mæla nú ferðafólki frá at koma til Føroyar

Eisini Visit Faroe Islands tekur lut í kampinum ímóti corona í Føroyum

Ferðafólk eiga ikki at koma til Føroya nú í mars mánaða – fyribils. Soleiðis ljóðar tilmælið frá Visit Faroe Islands til ferðafólk kring allan heimin.

Landsstýrið heitir í dag á felagsskapir, vinnulív og føroyingar sum heild, at taka øll neyðug fyrivarni, so vit framhaldandi kunnu hava tamarhald á støðuni

Og eisini á Visit Faroe Islands taka tey lut í kampinum ímóti Corona og fyribils mæla tey øllum ferðafólkum frá at koma til Føroyar í mars mánað.

– Øll marknaðarføring verður lagað til hetta tilmælið og hesa næstu tíðina avlýsir, ella útsetur, Visit Faroe somuleiðis øll tiltøk ið savna nógv fólk.

Frammanundan hevur Smyril Line gjørt av at tey fara ikki at sigla við ferðafólki hesa næstu tíðina.

Les meiri um tað her: Norrøna fer ikki at sigla við ferðafólki

– Sostatt verður stóra átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism,” ið skuldi vera 16-17. apríl, útsett og stóra ferðavinumessan “Visit Faroe Islands Fam-shop” fyrst í mai verður avlýst. 

– Vit eru sera hørm um hesa støðuna, sum fer at hava stórar avleiðingar fyri spírandi føroysku ferðavinnuna. Vit eru tó sannførd um, at tað einasta rætta er at avmarka ferðafólkaferðsluna til Føroyar so nógv sum til ber, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

– Vit eru eisini sannførd um, at vit í felag fara at megna hesa støðuna og at menningin innan ferðavinnuna fer at halda áfram, tá smittuvandin er av, leggur hon afturat.