Country: Loretta Lynn er deyð

Hon var virkin til tað síðsta og gav í fjør útgávu út. Hon gjørdist 90 ára gomul.

Countrylegendan Loretta Lynn er deyð. Hetta hendi stillisliga í heiminum í Hurricane Mills, Tennessee. Hetta vita útlendskir miðlar at siga, og hava teir tíðindini frá boðum frá familjuni hjá Lynn.

 

Hon gjørdist kend í seksti- og sjeytiárunum við sangum, ið gjørdust klassikarar, m.a. Coal Miner’s Daughter. Loretta Lynn verður mett millum fremstu kvinnurnar innan countrytónleik.

 

Á longu yrkisleiðini samstarvði hon við fleiri kend nøvn, m.a. Willie Nelson, Conway Twitty, Jack White og Elvis Costello.

 

A Coal Miner’s Daughter var heitið á filminum frá 1980 um lív hennara. Sissy Spacek fekk ein Oscar fyri leiklutin sum Loretta Lynn.

 

Lynn var virkin til tað síðsta, og í fjør kom útgávan Still Woman Enough.

 

Í 2017 gavst hon við at fara á tónleikaferðir, eftir at heilsan bilaði.

 

Eftir Lorettu Lynn, ið gjørdist 90 ára gomul, sita 6 børn, 17 ommubørn og 4 langommubørn. Maður hennara í 50 ár, Mooney Lynn, andaðist í 1996.