Creamy til Føroya

Hálvføroyski poppbólkurin, sum er blivin eitt veruligt stjørnunavn í Danmark, kemur til Føroya at hava tvær konsertir í næsta mánaði

Tak mest seldu føroysku fløguna í ár, falda talið av seldum eintøkum við eini 150, og tú hevur talið á fløgum, sum Creamy hava selt upp á fýra mánaðir.

Poppduoin, har føroyska Rannvá Joensen er onnur helvtin, hevur tikið øll á bóli við teirra fløgu.

Í heyst lá fløgan hjá teimum fleiri vikur nummar eitt á almenna danska hitlistanum, og konsertirnar, sum tær báðar genturnar hava hildið kring um í Danmark hava verið sera væl vitjaðar.

Í Føroyum hevur Creamy eisini selt væl, og telist fløgan hjá teimum millum tær best seldu á árinum ? heilt frammi í oddanum.

Og nú sleppa føroyingar at uppliva bólkin á palli, tí 19. og 20. februar fara Creamy at spæla í Føroyum.

Tað er kappróðrarfelagið hjá NSÍ, sum hevur fingið avtalu við Creamy um, at tær skulu koma til Føroya.

Enn er ikki fastlagt nær konsertirnar verða, men ætlanin er at hava eina konsert í Runavík, og í samstarvi við Kyndil verður ein konsert hildin í Havn.


Egið hugskot

Rannvá Joensen og Rebecca Mathew manna Creamy, og tær báðar 13 ára gomlu genturnar, sum eru vinkonur, fingu sjálvar hugskotiðtil bólkin.

Tær høvdu frammundan sungið saman í gospelbólkinum KOPP, sum hevur verið á vitjan í Føroyum, og tá hesin bólkurin gavst at spæla, fóru Rannvá og Rebecca í holt við teirra egna bólk.

Tær syngja kendar danskar barnasangir, men tónleikurin er forpoppaður og lívligur. Hendan samansetingin hevur rættiliga fingið innivist hjá donskum børnum og ungum, og útgávan hjá Creamy hevur havt við sær, at nú eru onkrir aðrir bólkar farnir at eftirapa teimum.

Men enn stendur Creamy sum bjartasta stjørnan á danska tónleikahimmalinum, og eisini í Føroyum hevur bólkurin vunnið fram við sínum tulkingum av sangum sum Æblemand, Krabbesangen og Min kat den danser tango.