Cynthia fann kærleikan í Skálafirði

Fyri sjey árum síðani visti Cynthia Hansen úr Peru ikki, at Føroyar vóru til

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Sannlíkindini fyri, at Cynthia og Pól Esper Hansen skuldu finna saman eru so smá, at tey vera trupul at rokna út. Cynthia úr Lima og Pól Esper úr Skálafirði vóru bæði farin um 30 ára aldur, tá ið tey fingu samband.

 

Nú eru tey gift og hava familju saman. Tey búgva í Skálafirði, men skulu byggja nýggj hús í Saltnesi. Kærleikin til føroyska mann fekk Cynthiu at rýma úr Lima – frá familju og vinum – fyri at skapa sær nýtt lív í Føroyum, her hon hevur lært seg málið, hevur tikið HF prógv og ætlar at útbúgva seg víðari og vera virkin í føroyska samfelagunum.

 

– Eg eri sera væl móttikin í Føroyum. Fólk eru fitt og hjálpsom, og tey eru skjót at opna seg og vilja hjálpa, um tað er okkurt, sigur Cynthia Hansen, við Sosialin um vikuskiftið

 

Pól Esper kann í dag fegnast um, at hann fann Cynthiu og hevur familju saman við henni í Føroyum, men hann ásannar, at tað var heppin tilvild.

 

– Í grundini var tað ótrúligt, at vit skuldu hittast. At eg endaði inni á einari heimasíðu og skrivaði júst til Cynthiu, var rein tilvild. Sannlíkindini fyri, at vit nakrantíð skuldu hittast, var so lítil, at tað skuldi næstan ikki borið til, sigur Pól Esper.

 

Næstan 8.000 fólk, sum búgva í Føroyum, eru fødd í øðrum londum. Tað svarar til sløk 15 prosent av fólkatalinum. Í nýggjari greinarøð um tilflytarar, hevur Sosialurin samrøður við ymisk fóllk kring landið. Fyrsti partur av greinarøðini kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)