D-A-D á Summar Festival

Tiltikni danski rockbólkurin, sum hevur ferðast um allan heim við sínum tónleiki, bjóðar ársins rockbrak á Summar Festivalinum

Skalt tú hava rock við fang­andi sang­um og ordans pall­showi, so fært tú tað neyv­an bet­ur her á okkara leið­um, enn frá danska rock­bólk­i­num D-A-D.
D-A-D, sum spældi sín­ar fyrstu tónar í 1982, er ti­ltik­ið fyri sínar live-fram­førsl­ur, og bólk­ur­in, sum hevur hittað kring Eu­r­opa, er í stór­formi, nú teir koma til Før­oya at rista og rocka gest­ir­nar á Summar Festivalinum.
- Vit vildu fegin hava eitt ord­iligt rock­show á Summ­­ar Fest­i­val­i­num í ár, og tí hava vit sent boð eftir D-A-D, sum man verða ein tann besti norð­ur­lendski rock­bólk­ur­in, sig­ur Steint­ór Ras­mussen, sum er ein av fyr­iskip­a­r­u­num a­v Summ­ar Festivalinum.
D-A-D varð stovnað í 1982. Fyrstu tíðina var navnið á bólk­i­­num Dis­ney­land Aft­er Dark, men Disney-kon­sern­in hótti við ein­um sak­ar­máli, og so skifti bólk­ur­in navn til D-A-D.
Ver­u­liga gjøgn­um­brot­ið fekk D-A-D á út­gávuni No Fuel Left For The Pilgrims frá 1989, og eitt av stóru hitt­unum hjá bólkinum, Sleep­ing My Day Away, er at finna á hesi útgávu, sum eis­ini varð útgivin í USA. Um hetta mundið var D-A-D nógv frammi kring Eu­ropa, og MTV vísti eisini sjón­bands­løg hjá bólkinum.
Síð­ani gjøgn­um­brot­ið í 1989 hev­ur D-A-D givið 7 stud­i­o­fløg­ur út, og millum kend­astu sangirnar hjá teim­um eru Laugh And A Half, Bad Craz­i­ness og Some­thing Good.
Framúr á palli
Øll ár­ini hev­ur D-A-D ver­ið til­­tik­­ið sum live-bólk­ur, teir hava havt fram­úr fram­førsl­ur á stór­um fest­i­val­um, og teir kunnu fram­v­egis lyfta stórar á­hoyr­ar­a­fjøld­ir við sínum melo­di­øsa rock­tón­leiki og lív­ligu fram­f­ørsl­um.
Danska tón­l­eik­a­tíð­ar­rit­ið Gaffa skriv­aði so­leið­is í ein­um um­mæli av fram­førslu hjá D-A-D á Grøn Koncert í Es­bjerg farna summar:

- Tað er D-A-D, og tað er fram­úr­skar­andi. Punkt­um.
D-A-D hev­ði í heyst ju­bi­le­ums­kon­sert í Ham­burg, og tá skriv­aði um­m­æl­ari hjá Gaffa, at hann hevði ong­an­tíð upp­liv­að D-A-D betri enn tað kvøld­ið.
D-A-D spæl­ir á Summ­ar Fest­i­vali­num, sum verður hild­in í døg­u­num frá 4. til 6. au­gust.