Døming
Einki Prix Føroyar uttan at dømingin í kappingini fær okkurt glepsið. Soleiðis er aftur hesaferð, og á heimasíðuni Pop.fo verður í hesum døgum kjakast um, hvussu dømingin í kappingini er og kanska átti at verið.
Fólk eru ikki samd. Summi halda, at núverandi skipan er tann frægasta og mest praktiska, meðan onnur halda, at dómararnir skuldu verið navngivnir, og at bólkarnar skuldu fingið eina stutta meting av teirra framførslu.
Eisini ummælarin hjá Sosialinum til fyrsta innleiðandi umfarið í Prixnum sóknaðist eftir eini grundgeving frá dómarunum um, hví teir døma, sum teir gera.
? Tað er undrunarvert og margháttligt, at fyrireikararnir ikki krevja, at tey, sum døma, saman skulu orða nakrar heilt fáar linjur niður á blað, og síðani geva tað til teir ávísu bólkarnar, skrivaði Tór Verland Johansen í blaðnum mikudagin.
Best við ónevndum dómarum
Samskiparin av Prix Føroyum, Fróði Vestergaard, hevur verið oddamaður í kappingini øll árini, og hann hevur fyrr upplivað, at kjakast hevur verið um dømingina í kappingini.
Hann heldur tó, at núverandi skipan er góð og rættvís, og hann heldur, at dómararnir framhaldandi skulu vera anonymir.
? Dómararnir til Prix Føroyar eru anonymir, tí teir skulu hava frið at døma, og tí viðurskiftini í Føroyum eru so smá. Um fólk vita hvør dømir, verður ov nógv fokus sett á persónin í staðin fyri tónleikin. Tey flestu av teimum sum døma krevja eisini, at tey skulu verða anonym, tí okkara skipan leggur upp til hetta við individuellari døming, sigur Fróði Vestergaard.
? Luttakarnir vita, tá ið tey melda til Prixið, at dómarnir vanliga eru anonymir. Undanfarnu kappingar ? umleið 26 umfør umframt 5 finalur ? eru dømdar av anonymum dómarar. Hava úrslitini ikki verið í lagi, spyr Fróði Vestergaard.
Nógvir tónleikarar døma
Dómararnir til Prix Føroyar verða valdir av umboðum fyri Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikarafelag (FUT), Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Hesi velja sjálvir síni umboð til dómarabólkin.
? Dómarnir eru fólk, sum hava tónleikaførleika, og tey eru í flestu førum virknir tónleikarar og hava breiða fatan av tónleiki. Tá dómararnir verða útnevndir, verður atlit tikið til gegnisviðurskifti Tað vil siga, at vit hyggja eftir, um persónlig viðurskifti eru, sum tala fyri, at einstaki dómarin er ógegnigir. Hetta verður gjørt til hvørt umfar, sigur Fróði Vestergaard.
? Tað finst nokk einki úrslit, sum øll folk í Føroyum eru samd um, men Prix Føroyar hevur sera nógvar dómarar, so tað átti at givið eina rímiliga døming.
Døma hvør sær
Fyrireikararnir av Prix Føroyum leggja dent á, at teir 10 dómararnir, sum eru til hvørt innleiðandi umfar, døma hvør sær. Teir skulu ikki tosa við hvønn annan, meðan bólkarnir spæla, ella áðrenn teir hava latið sítt skoðsmál.
? Tað er ein krevjandi uppgáva at døma til eitt slíkt tiltak, tí viðkomandi skal allatíðina lurta samsvarandi teim krøvum, ið eru ásett til dømingina. Onkrir av dómarunum hava drúgvar royndir sum dómarar, meðan onnur royna seg fyri fyrstu ferð. Vit meta ikki, at tað er klókt at skifta allar dómararnar samstundis, tí royndirnar vísa at eisini, at henda dømingin krevur eisini venjing og royndir, sigur Fróði Vestergaard.
Dómarnir vita tí ikki, hvat úrslitið er, fyrr enn frásøgumaður kunnger hetta á pallinum. Dómarnir døma inviduelt og hava bara 10 prosent ávirkan á samlaða úrslitið.
Eingin grundgeving
Til fyrstu Prix Føroyar kappinginar høvdu áhoyrararnir ávirkan á úrslitið, men fyri nøkrum árum síðani fingu áhoyrararnir sekkin sum dómarar.
? Aðrastaðni eru tað áhoyrarnir, ið avgera vinnaran, men hetta meta vit ikki er nakað, sum altíð gevur tann rætta vinnaran. Hetta tí royndir vísa, at fokus beinanvegin verður flutt frá dygdarmetingini til eina lokal meting, tað vil siga hvaðani í landinum bólkarnir koma, heldur Fróði Vestergaard.
Tað verður eingin grundgeving latin fyri dømingina til bólkarnar. Hví kunnu dómararnir ikki lata bólkunum eina stutta meting av teirra framførslu?
? Eg veit bara ikki, hvør av dómarunum skal gera metingina. Eg haldi, at best er, at journalistar, ummælarar og onnur koma við teirra egnu meting av tí sum hendi, sigur Fróði Vestergaard.