Fyrrverandi fótbóltshetjan, Ronaldinho, er leyslatih av einum dómara í Paragua, eftir at hann hevur verið afturhildin síðani marsmánaði.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Ronaldinho varð saman við beiggja sínum handtikon fyrst í mars og skuldsettur fyri at ferðast við følskum passi.
Eftir at hava verið fongslaðir í umleið ein mánað vóru teir í apríl settir í húsavarðhald á einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum í Paraguay, Asuncion. Har hava teir verið síðani, men nú kunnu teir fara heimaftur til Brasilia.
Brasilsku myndugleikarnir tóku passið frá Ronaldinho í november í 2018, tá hann ikki megnaði at gjalda eina bót upp á 2,5 mió dollarar – slakar 17 milliónir krónur – fyri umhvørvisskaðar.
Skaðarnir vórðu gjørdi í sambandi við bygging av eini húsaogn í Porto Alegre í syðra partinum av Brasilia.
Passleysi Ronaldinho var boðin til Paraguay av einum vælgerðarfelagsskapi. Stjórin, Dalia Lopez, viðgongur, at hon hevði biðið um eitt alment pass til brøðurnar, men sigur, at hon einki visti m, at passini vóru følsk.
Ronaldinho var ein stóru profilur í bæði Barelona, AC Milan, ParisbSaint-Germain og hjá brasilska landsliðinum.
/ritzau/
##med2##