Dómari úr Liktinstein til steypafinalurnar

Flogbóltssambandið hevur sent boð eftir einum dómara úr Liktinstein at døma steypafinalurnar, sum vera næsta vikuskiftið. Hann hevur hollar altjóða royndir

Talan er um Philippe Shürmann, sum fer at døma steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum, ið verða leiktar í høllini á Hálsi leygardagin 16. februar. Philippe skal døma báðar finalurnar saman við Rúna Weihe, ið verður 2. dómari.
Schürmann hevur virkað sum dómari síðan 1985, og hann varð altjóða viðurkendur í 1996. Av tí at Liktinstein liggur miðskeiðis í Evropa, fær hann nógvar uppgávur, og hann dømir einar 60 dystir um árið.
Tá Føroyar hava verið við í kappingum fyri smátjóðir, hevur Philippe Schürmann ofta verið við sum dómari.
Hann hevur eisini verið formaður í Flogbóltssambandinum hjá Liktinstein, og hann hevur eisini verið formaður í felagsskapinum fyri smátjóðir í Evropa.
Í finaluni hjá kvinnum møtast TB og Mjølnir, og hesin dysturin byrjar klokkan 14.30. Hjá monnum møtast SÍ og ÍF, og hesin dysturin byrjar beint aftaná ella umleið klokkan 16.