Dømdur fyri at hava dripið 800.000 fólk

Ein fyrrverandi heryvirmaður úr Rwanda er dømdur fyri at hava skipað fyri fólkadrápinum har í 1994

Theoneste Bagosora bleiv í gjár dømdur sekur í fólkadrápi, brotsverki ímóti mannaættini og krígsbrotsverki. Dómurin fall í altjóða dómstólinum í Arusha í Tanzania. Sambært dómstólinum var tað hann, sum legði ta upprunaligu ætlanina um fólkadrápið í Rwanda, sum eftir 100 døgum í 1994 kostaði umleið 800.000 mannalív.

Bagosora og tveir aðrir fyrrverandi heryvirmenn fingu lívlanga fongsulsrevsing fyri teirra luttøku í fólkadrápinum. Harumframt bleiv Protais Zigiranyirazo, summ er svágur fyrrverandi rwandiska forsetan Juvenal Habyarimana, dømdur 20 ára fongsul. Sambært dómstólinum hevði hann ábyrgdina av, at 1.500 fólk vórðu fyribeind uttan fyri høvuðsstaðin Kigali í apríl í 1994.

FN-domstolen ble opprettet mot slutten av 1994. Det har altså tatt 14 år å få en dom i saken mot den tidligere obersten.

 

Myrdu forsetan

Fólkadrápið í Rwanda byrjaði, tá ein friðaravtala, sum hutuar og tutsiar gjørdu í 1993, fór fyri bakka árið eftir.

Tann 7. apríl doyði forsetin, sum æt Habyarimana, tá flogfar hansara bleiv av einari rakett. Álopið kostaði eisinmi forsetanum í Burundi lívið.

Beit eftir kunngjørdi Bagosora, at herurin nhevði tikið valdið í Rwanda, og nakrar tímar seinni byrjaðu stjórnarhermenn at myrða tutsiar frá hond. Hópdrápið vardi í 100 dagar og kostaði umleið 800.000 mannalív og var eitt tað ringasta álopið á mannaættina í 20. øld.

Kanningar hjá ST hava seinni staðfest, at fólkadrápið í Rwanda var sera væl fyriskipað, og at stjórnin og herleiðslan høvdu ein stórar lut í tí.