Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, vann sjónvarpsdystin móti Helle Thorning-Smith, andstøðuleiðara. Tað verður tosað nógv um eitt møguligt fólkatingsval, kanska longu í apríl. Og danskir sjónvarpshyggjarar hava longu nú sæð nakrar sjónvarpsdystir millum forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen og andstøðuleiðaran, Helle Thorning-Smith.
Men meðan fyrsti sjónvarpsdysturin varð mettur javnur, eru flestu serfrøðingarnir ikki í iva um, at forsætisráðharrin stóð seg best í gjárkvøldið.
Tað eru donsku bløðini eisini samd um, segði TV-avisen, og í Aftenshowet í kvøld var Hans Engell ikki í iva um, at Løkke var klárt við yvirlutan. Hann kjakaðist við Ritt Bjerregaard í sendingini, og meðan Engell sum nevnt helt Løkke vera klárt betri, metti Bjerregaard, at tað stóð nøkurlunda líka millum tey bæði.
Tað visti TV-avisen at siga.