Dýrd á vík og vág

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.

Ólavur Jacobsen er serliga kendur sum gittarúrmælingurin, ið gandar á gittarin í Aldubáruni. Hann er annað ættarlið av Kamarinum og er sostatt føddur inn í tónleikafamilju. Tónleikur eigur sostatt eitt stórt pláss í lívinum hjá Ólavi, ið arbeiðir burturav við tónleiki, sum tónleikari og sum tónleikalærari á Musikkskúlanum. Vit spudu hann, hvat hansara summarlag er?

- Summarlagið hjá mær er Dýrd á vík og vág. Ommubeiggi mín, Jens Dam Jacobsen, yrkti og setti Gunnar Mikkelsen lag til, og er tað ótrúliga væl frágingið. Yrkingin fekk upprunaliga heitið Summarmorgun, men er kendast sum bara Dýrd á vík og vág.

-Yrkingin er sjálv sera romantisk, ja, at kalla veruleikafjar fyri ein, ið er føddur og uppvaksin niðri í gomlu Havnina. Tað munnu vera fáir dagar, har ið rúmdin er ”føgurblá, lotið kennist lýtt, mýrisnípan spennir sínar veingir, smálomb og hara fara spelandi um teigar.”

-Onkursvegna, so er Dýrd á vík og vág ein sangur um eina farna tíð. Eitt lívsins summar, ið eisini kemur at enda. Yrkingin hevur, eins og lagið, sítt egna lív. Bæði eru vorðin tíðarleys. Hóast henda Havnin er ikki til longur, so skal eg bara hoyra sangin, so eri eg aftur í eini tíð, tá ið veðrið var nógv betri, ein sjálvur fór titandi um heygar og dagurin var langur, nærum hevði ongan enda.

Yrkingin endar við: “Gævi dagur aldri fór at halla! “

- Munnu vit ikki øll minnast ta kensluna.