Tann 16. juli kemur ísraelski forsætisaráðharrin, Ariel Sharon, til Noregs at tosa við Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra um viðurskiftini í Miðeystri.
Sharon verður mettur sum mál hjá yvirgangsfelagsskapum, hvørja ferð hann fer úr Ísrael, og soleiðis er eisini, nú hann kemur til Noregs. Sharon hevur ein riðil av trygdarmonnum við sær, men norska løgreglan metir vitjan hansara sum eina av teimum vandamiklu og hevur gjørt av at skipa fyri umfatandi trygdartiltøkum. Eftir ætlanini skal Sharon steðga fimm tímar í Noregi, og sambært løgregluni fara trygdartiltøkini hesar tímarnar at kosta millum fimm og sjey milliónir krónur.
Annars undrast fleiri ísraelskir fjølmiðlar á, at Sharon hevur valt at fara til Noregs. Teir vísa á, at millum nógvar høgravendar ísraelsmenn er Noreg ikki serliga væl umtókt eftir ta miseydnaðu Oslo-ætlanina um varandi frið í Miðeystri. Sharon fer tó ikki bert at vitja í Noregi. Tann 13. juli kemur hann til Bretlands.